Summarhús í Spania

EITT SINDUR UM HÚSIÐ


Myndin sum er víst til høgru, vísir hvussu húsini síggja út frá erva. Húsið hevur tvey kømur við dupultsong. Harafturat fáa tvey sovið á sovisofuni og eisini er ein barnasong. 
Húsið hevur ein køk og stóra terassu uttanfyri við fleiri ymiskum hentleikum so sum sólstólar, spísuborð, sitipláss í skugganum og súkklur. 


Afturat hesum eru tað tveir svimjuhylar í felagsøkinum hjá okkum, har tann eini svimjuhylurin er beint við síðurnar av húsinum. 


Húsið liggur í Orihuela Costa, í Suðurspania, uml. 65 km frá flogvøllinum í Alicante. Orihuela Costa er fastbygt í Torrevieja bý og tað er einans 2,5 km til Zenia strondina. 


Nógv er at fara til í umráðinum. Fleiri strendir eru at finna stutt frá og hevur tu bil, kanst tú skifta til nýggja strond hvønn dag. 


Eisini er ymiskt undirhald at finna. Millum annað er GoKart, marknaður hvønn leygardag, nógvar lekkrar matstovur, golf og stóra shoppingcentrið, Zenia Boulvard, heilt stutt frá húsinum. Zenia Boulvard hevur heili 180 handlar. Marknaðurin er umleið 1 km, har tað eru klæðir / ting at finna til øll.

Eitt ved suðureftir er "mórustrondin", Lo Pagan og Mar Menor. Her fara nógv fólk at fáa sær heilsubót.


Eru spurningar ella um er hetta freistandi, ber til at skriva / ringja til okkum á tlf. nr. 211323 ella 224136



MYNDIR